Um okkum

Okkara Søga

Vit, Lissi og Annika, eru staðsettar og virka ymiskt innan vælveru, norðanfyri í Føroyum.
Í mong ár hava vit skapað ymiskt saman, og hava nú stovnað Urtika; eitt vælveru-mið við grundvirðunum: Hondgjørt, stuttflutt, skynsemi, og burðardygd.
Góðska liggur okkum fremst í huga, tá ið vit virka og velja okkara vørur. Alt, ið vit fremja, tekur støði í at vera so umhvørvisvinarligt og skynsamt, sum gjørligt. Eitt nú nýta vit endurnýtt papp at pakka vørurnar inn við og posar, pappír v.m. er eisini úr endurnýttum tilfari.
Eigarar
Lissi B. Andreassen &
Annika M. Mellemgaard
Vit hugsa Burðardygt

Tann skilagóða avgerðin

01

Sápan

Lætt tær um gerandisdagin, nýt sápustykki og ver tilvitaður um, at eisini tú hevur tikið eina skila góða avgerð

02

Heim og vælvera

Lat vísindina ráða. Fá stimbran, vælveru og hvíld í egnum heim við luftkvæmum oljum og angaspreiðarum

03

Hugsa um náttúruna

“mangir løkir smáir, gera stórar áir”