Urtika.fo
Geilin 17
700 Klaksvík
Tlf: +298 502525
Vtal: 663239
ÍVF Urtika
Brúkari
Tú kanst skráseta teg sum brúkara á www.urtika.fo og skipanin goymir upplýsingarnar. So sleppur tú undan at rita upplýsingarnar inn umaftur næstu ferð, tú keypir frá Urtika. Allir upplýsingar eru loyniligir fyri óviðkomandi. Um tú vilt strika brúkaran, sendir tú bert ein teldupost til urtika@urtika.fo og brúkarin verður strikaður. Upplýsingar um navn og teldupost skulu latast, men verða ikki goymdir.
Gjaldshættir
Tú kanst at gjalda við Dankort/VISA-Dankort, Master Card og Euro Card.
Allir kostnaðir eru í DKK og eru íroknaðir mvg.
Gjaldsskipanin hjá Quickpay er soleiðis háttað, at óviðkomandi ikki hava møguleika at lesa tínar kortupplýsingar ella aðrar viðbreknar upplýsingar, tá ið goldið verður.
Bíleggingarváttan verður send, tá ið keypið er framt.
Gjaldið verður tikið av tínari konto, tá ið vøran verður send ella er klár at heinta, um onnur avtala ikki er gjørd.
Útbering við Posta
Vørur, ið eru bílagdar frá urtika.fo, verða koyrdar út eftir 1-3 døgum. Umframt møguleikan at heinta vøruna í Urtika á Geilin 17 í Klaksvík, sendir Urtika vørur til dyrnar eftir ynski.
Um vøran verður send við Posta, ber til at fáa eitt nummar at spora sendingina við.
Iðranarfreist
Prent vørurnar frá Urtika verða serliga framleiddar til tín, og av tí sama kann keypið ikki iðrast. Sí meira á heimasíðuni hjá brúkaraumboðnum www.bruk.fo
Kundar hjá Urtika.fo hava 14 daga iðranarrrætt, fyri vøru(Ik galdandi fyri prentvørur) sum er bíløgd og keypt á Urtika.fo. Iðranarrætturin er galdandi frá tí degi, tá mann hevur fingið vøruna í hendi.
Kundin hevur soleiðis 14 dagar at boða frá brúki av iðranarrættinum, og síðani haraftaná 14 dagar at venda vøruna retur til Urtika.fo
Vøran skal sendast aftur til handilin hjá Urtika á Geilin 17, í sama standi, sum hon var í, tá kundin fekk vøruna.
Fyri at unganga, at mann skal gjalda fyri eina virðisminking, kann mann sum tummilfingurreglu brúka tí meginreglu, at tað í øllum førum er loyvi til at kanna og royna vøruna heima hjá sær sjálvum, á sama hátt sum í einum vanligum fysiskum handli.
Kundin skal sjálvur rinda fyri at senda vøruna aftur til Urtika.fo tá iðranarrætturin verður brúktur.
Vøran skal sendast ella latast til:
Urtika
Geilin 17
700 Klaksvík
Tá urtika.fo hevur móttikið vøruna, ger felagið bankaflyting, áljóðandi alla keypsupphæddina aftur til keypara. Kontonummar má soleiðis eisini upplýsast. Tó, hvis tað greitt framgongur, at vøran er brúkt, tá iðranarrætturin verður fráboðaður og vøran aftursend til okkara, verður iðranarætturin antin sýttur ella verður upphædd fyri virðisminking trekt frá tí upphædd sum verður flutt aftur til kundan.
Um tað er brek við vánligu vørunum í handlinum so kunnu tit venda tykkum til
Endurgjaldskrav (reklamation)
Um brek eru á einari vøru, tú hevur keypt, skalt tú beinanvegin venda tær til urtika.fo og fáa nærri kunning um, hvussu farast skal fram.
Endurgjaldskrøv kunnu ikki fevna um vørur, sum eru illa viðfarnar ella hava tikið skaða orsakað skeivari handfaring.
Í samband við endurgjaldskrøv á vørum, tú hevur keypt, rindar tú einans fyri uppruna-veitingina av vøruni.
Við støði í keypilógini, veita vit 2 ára endurgjaldskravsrætt upp á vørur keyptar frá Urtika.fo. Endurgjaldskravið fevnir um feilir í tilfari og framleiðslu. Endurgjaldskrøv skulu fráboðast innan 2 mánaðir eftir móttøku av vøruni.
Við endurgjaldskravi verður tú vinarliga biðin um at seta teg í samband við:
Urtika.fo
Geilin 17
700 Klaksvík
Tlf: +298 502525
Cookies
Vit nýta cookies á www.Urtika.fo, við tí endamáli at gera upplivingina á www.urtika.fo so góða sum gjørligt. Tú kann til eina og hvørja tíð sletta cookies á telduni hjá tær. Sí vegleiðing her:
thagaard.org/cookiehandtering/
Klagumøguleikar
Klagur um vørur keyptar frá Urtika.fo kunnu sendast til:
Brúkaraumboðið
Skálatrøð 20
Boks 73
110 Tórshavn
www.bruk.fo
Við klagu verður tú biðin um at upplýsa okkara teldupost: urtika@urtika.fo, umframt heimasíðunavnið, www.urtika.fo.
Felagið er skrásett við hesum upplýsiningum
ÍVF Urtika
Geilin 17
700 Klaksvík
Føroyar
urtika@urtika.fo
Tlf: +298 50 25 25
Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.
Hvørji vit eru
Hesin politikkur er galdandi fyri okkara heimasíðu, https://www.urtika.fo
Hvørjar persónligar upplýsingar vit samla og hví
Sambandsfrymlar
Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at hendan heimasíða kann nýta hesar upplýsingar til, at svara spurningum, tilboðum ella øðrum slagi av fyrispurningum, sum fylgir endamálinum hjá frymilinum.
Vanliga verður spurgt eftir: teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, og telefonnummari.
Cookies
Um tú leggur eina viðmerking á okkara heimasíðu, loyvir tú okkum at goyma títt navn, tín teldupostbústað og heimasíðu í farsporum (cookies). Hetta er til tín hentleika, so tær ikki nýtist at tøppa inn tínar upplýsingar av nýggjum, tá tú leggur eini boð afturat á heimasíðuni. Hesi farspor eru galdandi í eitt ár.
Um tú hevur ein brúkara og innritar á hesa heimasíðu, seta vit eitt fyribils farspor fyri, at staðfesta um tín netkagi loyvir nýtslu av farsporum. Hetta farspor inniheldur ongar persónligar upplýsingar og verður strikað tá tú sløkkjur netkagan.
Tá tú innritar seta vit fleiri farspor, fyri at goyma tínar innritingarupplýsingar, tíni persónligu val og uppseting í umsitingini. Um tú velur “Minst til mín” undir innritan, heldur tín innritan í tvær vikur. Um tú útritar, verða øll farspor strikað.
Um tú broytir ella útgevur eina grein, verður enn eitt farspor lagt í tín netkaga. Hetta farsporð inniheldur ongar persónligar upplýsingar, og goymir einans eymerkingarnummari á greinini, sum tú júst hevur broyt. Hetta farspor fer úr gildið eftir einum degi
Hvussu leingi vit hava tínar upplýsingar
Um tú skrivar eina viðmerking, verður viðmerkingin og tað metadata, ið hoyrir til goymd í óavmarkaða tíð. Hetta er av teirri grund, at vit kunnu kenna brúkaran aftur og vátta øllum eftirfylgjandi viðmerkingum sjálvvirkandi, í staðin fyri at hava eina kø av viðmerkingum, sum skulu eftirhyggjast.
Fyri tey ið skráseta seg, sum brúkara á okkara heimasíðu (um møgulleiki er til tað), goyma vit teir persónligu upplýsingar, sum tey geva á teirra vanga. Allir brúkarar kunnu síggja, broyta og strika sínar persónligu upplýsingar til eina og hvørja tíð (undantikið at broyta brúkaranavn). Umsitararnir av heimasíðuni kunnu eisini síggja og broyta hesar upplýsingar.
Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar
Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur skrivað viðmerkingar, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg. Hetta er tó ikki í rokna teir upplýsingar, ið vit eru forplikta at goyma, fyri umsitingar-, lógar- ella trygdarávum.
Tíni rættindi sum skrásettur
Tá vit hava tínar persónsupplýsingar í varðveiðslu ella í viðgerð, hevur tú sum skrásettur altíð hesi rættindi:
- Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
- Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
- Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
- Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
- Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
- Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar ( millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
- Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.
Hvar vit senda tykkara upplýsingar
Viðmerkingar kunnu vera sendar ígjøgnum eitt automatiserað spamfiltur.
Allir upplýsingar og data verða hýst í Onglandi.
Samband við okkum
ÍVF Urtika
Geilin 17
FO-700 Klaksvík
Føroyar
Email: Urtika@urtika.fo
Telefon: +298 502525